Tveir landsdystir í fótbólti verða spældir í kvøld.
Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir venjingardyst ímóti íslendska landsliðnum í Reykjavík í kvøld klokkan 20.45 føroyska tíð.
Á Svangaskarði hittir føroyska U21-landsliðið írska U21-liðnum.
Sambært øðrum av venjarunum, Bill M. Jacobsen, eru føroysku spælararnir sum heild væl fyri til dystin í kvøld.
- Tað verða nakrir spælarar við høgum sjálvsáliti, sum vit senda til dystin í kvøld. Teir eru væl fyri fysiskt og tekniska støðið er framúr.
U21-landsliðsdysturin á Svangaskarði er framskundaður til klokkan 18.30 í kvøld. Upprunaliga skuldi hann byrja klokkan 19.00.
Rás2 sigur beinleiðis frá tí dystinum. Upptakt til dystin verður á rás2 beint eftir tíðindasendingina í klokkan 17.00.
Hoyr Bill M. Jacobsen greiða frá um dystin í kvøld við at trýsta á pílin undir myndini.










