Tveir lærarar í Skopun fluttir á annað starv

Skúlatrupulleikarnir í Skopun eru nú loystir. Báðir lærararnir, sum stríðið hevur verið um, eru nú fluttir í annað starv

Skúlastríð

? Skúlastríðið í Skopun er nú endaliga loyst.
Tað boðaði Mentamálaráðið frá í einum tíðindaskrivi seinnapartin mikudagin.
Og tað kann ikki sigast annað, enn at Mentamálaráðið valdi eina salomonska loysn á trætuni.
Ráðið er nevniliga komið til ta niðurstøðu, at frægasta loysnin er at flyta báðar lærararnar, sum ósemjan hevur verið um, í annað starv.
Tað er fyrstilærarin í Skopun, Ingun Simonsen, og ein annar lærari, Sigurd Bærentsen, sum hava verið høvuðspartar í ósemjuni, tí tey bæði hava havt so stórar samstarvstrupulleikar, at skúlin hevur ikki kunnað virka.
Frammaundan hava bæði ein meiriluti av foreldrunum í Skopun og ein meiriluti av skúlastýrinum hava heitt á mentamálaráðið um at koyra fyrstalæraran úr starvi, tí tey siga, at tað er ikki bara við Sigurd Bærentsen, at Ingun Simonsen hevur havt samstarvstrupulleikar, men eisini við foreldur.
Men nú hevur Mentamálaráðið gjørt bart og hevur flutt báðar lærararnar í annað starv.
Eftir umbøn frá fyrstalæraranum, Ingun Simonsen, verður hon flutt í Streymoyar øki 3 og hon verður nú vanligur lærari í Hoyvík.
Sigurd Bærentsen verður fluttur í Sandoyar Meginskúla, tí setanarbræv hansara fevnir eisini um Meginskúlan.

Trygg viðurskifti
Mentamálaráðið sigur, at orsøkin til avgerðina er tann ótryggleiki, sum hevur valdað um viðurskiftini í Skopunar Skúla seinastu tíðina.
?Umráðandi er at tryggja einum fyribils settum fyrstalærara møguleikan at skapa arbeiðsfrið og samstarv við foreldur og lærarar, sigur Ráðið.
?Eisini vil Mentamálaráðið geva einum komandi umsøkjara til skúlaleiðarastarvið í Skopun bestu møguleikar at taka við starvinum.
Mentamálaráðið sigur, at tað tískil hevur valt ta bestu loysnina fyri skúlan.
At flyta báðar lærararnar er samstundis ein loysn sum gevur minsta inntrivið í starvsviðurskiftini hjá pørtunum og sum annars er í samsvari við setanartreytir teirra.