Tveir løgmenn stilla upp

Líkt er til at Fólkaflokkurin fer at glímast við Tjóðveldisflokkin um annað fólktingsumboðið, sum verður valt 20. november, meðan andstøðuflokkarnir fara at berjast um hitt. Fólkaflokkurin kunngjørdi sín lista hósdagin, og teir hava boðað frá eini hóvligum politikki á sjálvstýrisleið. Bæði Anfinn Kallsberg og Jógvan Sundstein stilla upp

 

Fólkaflokkurin hevur løtt kanónirnar til fólkatingsvalið. Valevnislistin varð kunngjørdur hósdagin á Gamla Apoteki.

Formaðurin Óli Breckmann, ið hevur havt sæti á Fólkatingi síðan 1984, legði valuppleggið hjá flokkinum fyri fjølmiðlarnar. Hann legði dent á, at Fólkaflokkurin fór at leggja seg eftir at føra hóvligan politikk í sambandi við sjálvstýristilgongdina, ið byggir á føroyskt sjálvstýri við skili. Hann setti hetta upp ímóti politikki Tjóðveldisfloksins, ið søkir samanbrestir við donsku stjórnina. Hann legði afturat, at tað er umráðandi at hava góð viðurskifti við Danmark.

Eftir at Tjóðveldisflokkurin legði sítt valupplegg fram týsdagin kennir Fólkaflokkurin seg hóttan av samgongufelaganum. Óli Breckmann vildi vera við, at Tjóðveldisflokkurin fer eftir umboðnum hjá Fólkaflokkinum, og tí væntar hann, at stríðið fer at standa millum hesar báðar flokkar um tað eina umboðið, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at berjast um hitt.

Tveir av hinum flokkunum hava sagt, at teir fara at halda seg uttanfyri danskan innanríkispolitikk, men Fólkaflokkurin fer framhaldandi at halda seg til tann borgarliga vongin í Fólkatinginum.

Fólkafloksmenn sláa fast, at tað ber ikki til at halda seg uttanfyri danskan politikk, um tú verður valdur inn á Fólkating. Tí kunnu Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin ikki boða frá, at teir fara at halda seg uttanfyri.

Í valupplegginum fer Fólkaflokkurin leggja seg eftir at umboða tann breiða skaran av føroyingum, ið eru sjálvstýrissinnaðir og liberalir í hugsunarhátti.

Óli Breckmann legði dent á, at so leingi vit eru í felagsskapi við Danmark er tað umráðandi, at grannarnir fáa eina borgarliga stjørn.


Løgmaður stillar upp

Anfinn Kallsberg, ið hevur verið løgmaður síðan 1998, hevur valt at stilla upp til Fólkatingið, hóast hann ikki hevur ætlanir um at taka hetta sætið, meðan hann er løgmaður.

Hann segði, at hetta valið hevur alstóran týdning fyri støðu Føroya, nú ætlanir eru um at gera Føroyar meira sjálvbjargnar búskaparliga og politiskt. Umboðið skal kunna gera seg galdandi í donskum politikki og soleiðis vinna føroyingum nøkur rættindi á sjálvstýrisleið. Hetta skal ikki gerast við hørðum útmeldingum.

Hann heldur, at tað umráðandi, at Fólkaflokkurin fær ein høvuðsleiklut og sleppur at standa á odda í føroysku umboðanini á Fólkatingi.

Fólkaflokkurin hevur gravað fyrrverandi løgmann Jógvan Sundstein framaftur úr gloymskuni, og hann skal vinna flokkinum nakrar atkvøður, ið skulu tryggja flokkinum sæti á Fólkatingi, har flokkurin hevur havt umboð í fleiri valskeið.


Valevni hjá Fólkaflokkinum:


Óli Breckmann, Tórshavn

Bergur Bærentsen, Tvøroyri

Bjarni Djurholm, Tórshavn

Deirdre Hansen, Glyvrar

Jákup Suni Joensen, Signabøur

Kjartan I. Joensen, Leirvík

Anfinn Kallsberg, Viðareiði

Jógvan við Keldu, Klaksvík

Jógvan á Lakjuni, Fuglafjørður

Leila á Lofti, Argir

Jørgen Niclasen, Sørvágur

Jóanis Nielsen, Sandavágur

Ingi Olsen, Vestmanna

Jákup Olsen, Vágur

Rúna Sivertsen, Klaksvík

Jógvan Sundstein, Tórshavn

Ingimar Tór Thomsen, Skopun

Eyðun Viderø, Sandur