Tá Jákup á Borg skírisdag skoraði einsamalla málið í dystinum millum B36 og KÍ, var hetta hansara mál nummar 147 í fremstu føroysku deildini. Tað er sama tal sum fyrrverandi álopsmakkarin hjá honum, John Petersen, hevur skotið. Sostatt hevur Jákup møguleika at seta seg einsamallan á ovasta tindin á all-time listanum yvir føroyskar málskjúttar, um hann skorar, nú B36 tekur móti TB sunnudagin.
Í sama dysti - altso millum B36 og KÍ - kom Heðin á Lakjuni á vøllin, og hetta var hansara dystur nummar 407 í fremstu føroysku deildini. Norðlýsið veit at siga, at hetta er sama dystartal sum tað hjá Egil á Bø, sum annars hevur verið einsamallur um dystarmet í fremstu føroysku deildini. Sostatt kann Heðin seta nýtt føroyskt dystarmet, um hann verður á vøllinum sunnudagin, tá KÍ vitjar í Fuglafirði.
Heðin hevur annars eisini eitt annað serstakt met, tí hann hevur nevnliga vunnið greipuna við trimum føroyskum feløgum. Við KÍ í 1999, við B36 í 2001 og við HB í 2004. Bæði í 2001 og í 2004 vóru Heðin og Jákup annars liðfelagar hjá greipuvinnarunum.