Tveir koyrdu ávirkaðir

Løgreglan tók um vikuskiftið tveir ymiskar bilførarar, sum høvdu tað til felags, at teir høvdu drukkið ov nógv rúsdrekka til at koyra bil.



Í gjár um 11 tíðina varð ein persónur tikin á Sandi fyri at koyra ávirkaður. Viðkomandi var so mikið ávirkaður, at løgreglan hevur tikin blóðroynd av viðkomandi.



Sama skilið var í Vestmanna í gjár um 17 mundið, tá ið ein bilførari varð tikin fyri at koyra fullur. Eisini her var blóðroynd tikin.