Nú verða tveir kommunulæknar afturat setast í Havnini.
Tað er greitt eftir býráðsfundin í Havn í gjárkvøldið.
Heilsumálaráðið hevur játtað at seta tveir kommunulæknar afturat í Havnini so at tað tilsamans verða 11 kommunulæknar í høvuðsstaðnum.
Men tað bar ikki til at lýsa eftir læknum, fyrrenn Tórshavnar Kommuna hevði útvegað teimum høli at vera í.
Og tað gjørdi Tórshavnar býráð á fundi í gjárkvøldið.
Tá samtykti býráðið at leiga høli í Miðlon í Havn og nú skulu tey innrættast til tríggjar kommunulæknar.
Hølini verða klár um tveir mánaðir í seinasta lagi, men Býráðið fer beinanvegin at heita á Heilsumálaráðið um at søkja eftir teimum báðum kommunulæknunum, sum eru játtaðir.
Hølini, sum verða leigað í Miðlon, eru tilsamans 651 fermetrar.
Sostatt fáa læknarnir 217 fermetrar í part og tað er eftir krøvunum, sum sett verða til høli til kommunulæknar.
Tvey av hølunum verða so tikin í brúk beinanvegin, men hølini til triðja kommunulæknan standa klár, til hann kemur einaferð.
Á fundinum í gjárkvøldið samtykti býráðið eisini at gera ein 10 ára leigusáttmála við Miðlon fyri 970 krónur fermeturin um árið og harafturat skal kommunan rinda 2,5 milliónir til at innrætta hølini til kommunulæknarnar fyri.
Einasti býráðslimur, sum ikki tók undir við ætlanini, var Anfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin.
Hann undrast á, a Kommunan ger ein 10 ára leigusáttmála við eina handilsmiðstøð ístaðin fyri, at kommunan sjálv byggir eina læknamiðstøð.










