Tveir kalvar á tíggju línum

Hóast tað kann lesast á Portalinum fyrr í morgun at lítið og einki fæst av kalva, so finnast tó undantøk.

Í gjáramorgunin hevði ein havnarmaður verið eystan fyri Sandoynna og sett kalvalínu, og hann hevði fingið tveir kalvar.

- Teir lógu um 60 og 80 pund, sigur havnarmaðurin, ið hevði sett 10 stampar.

Hann lá í Vágsbotni í gjár við veiðini, og fólk vóru ógvuliga áhuga í einum bita av feskum kalva, so skjótt var, til alt var uppi.

Sum nevnt fyrr í morgun er av bestu kalvatíð, men meðan flestir draga svart, ber til hjá øðrum at fáa onkran hissini kalva.