Tveir Juventus-spælarar til Madrid

Juventus varð fyri støttum dømt at flyta niður í Seriu B, og tá venjarin hjá italska meistaraliðnum tey bæði seinnu árini, Fabio Capello, samstundis er farin til Real Madrid, ganga handlarnir skjótt fyri seg.
Soleiðis hav aFabio Cannavaro og Emerson nú skrivað undir tvey-ára sáttmála við spanska stórfelagið. Sambært sponskum miðlum er samlaði prísurin fyri teir báðar spælararnar 150 mió kr.