Í Norðurlandahúsinum sunnudagin var fullur salur tá okkara menn bjóðaðu heimsins besta telvara av. Talvsamband Føroyar hevði við nýmótans tøkni skapt umstøður í heimsklassa fyri bæði telvararnar og áskoðararnar. Øll seks talvini vóru víst á sama stóra stórskíggja saman við einum stórum skíggja sum vísti nærmyndir av Kasparov føroysku leikararnum. Hetta gav lív og rørslu í tiltakið.
John Arni, John Rødgaard, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Torbjørn Thomsen og Ólavur Simonsen mannaðu føroyska liðið.
Áðrenn fyrstu leikirnir blivu leiktir flutti stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjørvar fram talu. Hon skal hava tøkk fyri at vísa talvi stóran áhuga. Síðani framførdi Tórshavnar Manskór tríggir vakrir sangir, ein á russiskum máli, og eftir hesar ein saman við norskum kóri.
Mentamálaráðharrin Torbjørn Jacobsen bardi seg manniliga av berum vilja frá sjúkrasong niðan í mentunnar borg at síggja og tala fyri Kasparov og fjøldini, og var hendan røða sera góð og gevandi.
Síðsta orðið átti formaður Talvsambandsins Rani Nolsøe. Hann beyð landsliði okkara inn ein fyri ein og í ringinum stóð nú fyrimynd teirra klárur til stríðið.
Dramatisk byrjan
Mannagongdin var greið. Føroysku telvarnir høvdu ein tíma hvør til talvið, meðan Kasparov hevði hálvanannan tíma til øll seks talvini. Dysturin kundi tí hægst vara hálvantriðja tíma.
Fyrstu leikirnir blivu leiktir skjótt, men skjótt sást at Kasparov hevði lagt taktikk til dystin. Hann bíðaði eitt nú við at flyta ímóti John Arna. Helst vildi hann hugsa seg betur um í júst tí byrjanarspælinum.
Knappliga bleiv eygað serliga vent ímóti talvinum hjá John Rødgaard. Kasparov hevði nevnliga offrað mann og fangað Rødgaard í byrjanarfellu í fronsku byrjanini. Óheppið hjá Rødgaard, sum nú restina av talvinum bardist fyri at hanga í so leingi til bar. Tað eydnaðist væl, men bleiv hann tó flott mátaður nakað seinri. Undan hesum tapið hevði Torbjørn lagt kongin tá hann misti mann.
2-0 til Kasparov eftir sløkum tíma.
Stigini á veg
Tað sá um hetta mundið hampiligt út á hinum fýra borðunum. Eyðun og John Arni tyktist at hava tamarhald á støðuni, meðan Ólavur tó stóð nakað í undirkantinum. Ringt var at meta um talvið hjá Heina, men hann fekk snildisliga avvikla til javnt miðspæl, og tá Kasparov bjóðaði honum javnleik var hann skjótur. Heini helt høvdið sera kalt í óklárari støðu, og varð hann fyrsti føroyingur at fáa hálvt stig.
Eyðun bleiv tíverri í endaspælinum offur fyri sera tekniskt russiskt spæl og mátti lúta í spennandi talvi har eisini tíðin hjá Eyðun gekk undan.
John Arni tyktist als ikki at vera ávirkaður av umstøðunum, kendist sera róligur og leikti hann klókt og eins og Heini fekk hann avviklað og helt støðuni trygt. Kasparov bjóðaði remis.
Síðani var bert Ólavur eftir á talvpallinum. Hann stóð tá nakað verri, hevði ringa tíð, og sat nú einsamallur yvir av Kasparov og tískil kjansurin enn verri. Hann misti mann í tíðarneyðini og gavst.
Nøgdur Kasparov
Kasparov vann loksins 5-1, og segði seg eftir dystin vera nøgdan. Hann hevði sum mál at røkka minst einum 4,5-1,5 sigri. Møguleiki varð hjá áskoðarum at spyrja honum spurningar um mangt og hvat.
Kasparov var sera orðaríkur, og svaraði hvørjum spurningi til fulnar. Eitt nú bleiv hann spurdur um ymisk viðurskiftir tá hann og Karpov á sinni leiktu víðagitnu HM-dystirnar, eins og Kasparov-Kramnik dysturin bleiv nevndur.
Til samanberingar segði hann seg hava vunnið størri sigrar á argentinska landsliðnum og boðar tað tí frá góðum.
Kongurin gav sær eisini stundir at skriva autografar til øll sum vildi, og sigast skal at rekkjan av fólki var fleiri metrar long. Eitt sera væleydnað tiltak sum neyvan verður gloymt í bræði.
Heini fekk fyrsta javnleikin
Heini Olsen (2265) - Garry Kasparov (2835)
Føroyar ? Garry Kasparov (3. borð)
1.d4 d5 2.c4 c6 3.Nf3 Nf6 4.Nc3 dxc4 5.e3 b5 6.a4 b4 7.Nb1 Ba6 8.Be2 e6 9.0-0 c5 10.Nbd2 c3 11.bxc3 bxc3 12.Nb1 Qa5 13.Ba3 Be7 14.Bxa6 Nxa6 15.Qd3 Nd5 16.Rc1 Nab4 17.Qc4 c2 DIAGRAM (Støðan er sera skørp, og eitt mistak er nokk at blíva feldur, men her vísir Heini rutinu)
18.Bxb4 Nxb4 19.Na3 0-0 20.Nxc2 Nd5 21.dxc5 Qxc5 ½-½