Tveir jarðskjálvtar í nátt

Ein harður jarðskjálvti var í nátt á oynni New Britain í Papua Ný Guinea. Skjálvtin var 7,0 á Richter-stiganum, og miðdepilin var 81 kilometrar undir jørð knappliga 150 kilometrar eystan fyri Kandrian.

Ávaringarskipanin Pacific Tsunami Warning Center sigur, at tað er eingin vandi fyri nakrari stórvegis flóðaldu av jarðskjálvtanum.

Eisini í Kili hava tey havt jarðskjálvta í nátt. Hann var 5,7 á Richter-stiganum. Amerikanski jarðfrøðistovnurin US Geological Service sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var góðar 60 kilometrar frá býnum Concepcion.

Enn er einki frætt um nakran skaða.