Tveir í høvuðsstaðnum og ein í Klaksvík

Næstsíðsta umfar í fótbóltskappingini hjá kvinnum er á skránni í dag

Tað er framvegis ikki avgjørt, um tað verður KÍ, ella tað verður EBS/Skála, sum fer at vinna FM í kvinnukappingini í fótbólti.

Í dag er síðsti møguleikin hjá trúføstu KÍ áskoðarunum at síggja FM favorittarnar spæla á heimavølli, tá ið AB vitjar.

Í Gundadali eru tveir dystir. Tíðliga seinnapartin var fyrsta bríkslið millum B36 og EBS/Skaál og seinni í dag fær HB vitjan av ÍF.

 

KÍ-AB: Tóki Høghamar kl. 15.00

B36-EBS/Skála: Kenneth Djurhuus kl. 12.10

HB-ÍF: Jógvan S. Heinesen kl. 17.15

 

Støðan

KÍ 43

EBS/Skála 42

HB 28

B36 26

ÍF 12

Víkingur 8

AB 5

HB hevur spælt 15 dystir, Víkingur 17 dystir og hini liðini hava spælt 16 dystir.