Tveir áhugaverdir brunnar borast við markið í 2008

So stórar eru vónirnar til Cambo oljufundið bretskumegin markið, at tveir avmarkingargrunnar verða boraðir í 2008. Hesir kunnu fáa stóran týdning fyri leiting í okkara øki

Herfyri gjørdu oljufeløg við Amerada Hess á odda eitt stórt oljufund í bretskum øki beint hinumegin markið, Cambo-fundið, ið higartil hevur verið hildið loyniligt. Ein avmarkingar- og metingarbrunnur varð boraður stutt eftir. Einki er tó komið út alment um úrslitið av hesi boring. Nú ljóðar so úr oljuumhvørvinum í Aberdeen, at røringur aftur er á Cambofeltinum. Sambært vælvitandi keldum hjá Portalinum er avgerð tikin um at bora tveir avmarkingarbrunnar aftrat komandi ár. Hetta eru góð tíðindi fyri alla leiting á Atlantsmótinum sum heild, tí hetta merkir, at vit møguliga fara at síggja enn eitt oljufelt útbygt skamt frá okkara marki. Sum skilst er Cambo ein stór oljukelda, eins og Rosebank-fundið, ið liggur eitt sindur norðari, eisini stutt frá føroyska markinum. Hesi góðu tíðindi úr Aberdeen kunnu merkja, at vit í 2008 møguliga koma at ásanna, at bæði Cambo og Rosebank verða bygd út til framleiðslu. Tað, sum er serstakliga áhugavert fyri føroysku oljuleitingina í hesum høpi er, at komandi tvey árini skulu borast tveir brunnar á føroyskum øki, stutt frá Cambo og Rosebank, Anne Marie brunnin hjá ENI, sum verður boraður í 2008 og síðani brunn hjá Chevron, stutt frá Rosebank, ið helst verður boraður í 2009. Tað er orsøk til hjá føroyskum myndugleikum at geva tíðindunum um avmarkingarbrunnar á Cambo í 2008 stóran ans, tí teir eins og oljuheimurin sum heild hava bíðað leingi eftir at fáa upplýsingar um Cambo, ið leysatíðindi hava viljað verið við er eitt veruligt oljufund.


© Jan Müller - Sosialurin