Heini Vatnsdal er nú tøkur fyri HB, eftir at hann hevur sitið uttanfyri trý tey fyrstu umførini við leikbanni, sum hann fekk í farna kappingarárið við FC Suðuroy.
Tveir spælarar hava leikbann í morgin. Talan er um Gunnar Zachariasen hjá EB/Streymi, sum fekk beinleiðis reytt kort í 2. umfari. Hann situr nú yvir annan av trimum dystum.
Hin spælarin, sum hevur leikbann, er 07 Vestur miðvallarin, Evrard Ble. Hann fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti ÍF í farna umfari. Hann skal sita yvir í eina dyst, og tað verður so móti NSÍ í morgin.
Seks spælarar hava lagt seg á odda í stríðnum um at fáa flest gul kort í ár. Talan er um Høgna Midjord, B36, Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur, Nenad Saric, Høgni Madsen, Leivur Joensen, allir ÍF, og Hans Jørgin Djurhuus, Víkingur, sum allir hava fingið tvey gul kort.
Fjórða umfar Effo-deildin:
1. apríl
AB KÍ (17.00) Beinleiðis á Rás2
ÍF HB (17.15) Beinleiðis á Rás2
Víkingur EB/Streymur (15.00)
B36 TB (15.00)
07 Vestur NSÍ (15.00)
Mynd: Clayton(t.v.) í dysti móti Evrard Ble, sum er ein av tveimum spælarum, ið ikki eru við vegna leikbann í fjórða umfari í Effo-deildini.