Løgreglan í Tulsa í Oklahoma handtók í morgun amerikanska tíð tveir menn í sambandi við skjótingina í gjár, sum drap trý fólk og særdi tvey onnur.
Tað skrivar New York Times.
Ein talsmaður fyri løgregluna í Tulsa, Jason Wilingham, sigur við Associated Press, at menninir 19 ára gamli Jake England og 32 ára gamli Alvin Watts vórðu handtiknir tíðliga sunnumorgunin í einum húsum beint norðan fyri Tulsa.
Menninir verða ákærdir fyri trý dráp og tvær skothendingar við ætlan um at drepa.
Willingham segði við AP, at tað var eitt tip frá almeninginum, sum førdi til handtøkuna av teimum báðum monnunum.
Øll fimm offrini eru litt, men sambært lørgerluovastanum eru eingi prógv enn um, at talan er um rasismurelaterað dráp.
Teir báðir menninir verða avhoyrdir nú, og enn veit løgreglan einki um, hvørji motiv liggja aftan fyri skjótingina.