Ísfiskatrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava gjørt tveir hampiligar ísfiskatúrar í ár. Reiðarin, Dánjal Jacobsen, sigur, at veiðan er heldur slakari í ár enn í fjør. Ísfiskatrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu aftur av túri seint hóskvøldið. Skipini høvdu tilsamans 300.000 pund av upsa, sum teir fingu á Munkagrunninum.
Eysturbúgvin landaði á Sandi, og Vesturbúgvin í Vestmanna.
Reiðarin á Vesturbúgvanum, Dánjal Jacobsen, sigur, at hetta er annar túrur hjá skipunum í ár. Hin fyrra høvdu teir umleið 350.000 pund tilsamans.
Hann sigur, at hetta er brúkiligur fiskiskapur, men tað hevur sum heild verið heldur minni at fingið í vetur enn í fjør vetur.
Dánjal Jacobsen sigur, at vanliga fáa skipini á leið sama prís í Vestmanna sum á Sandi.
- Men á fyrra túrinum í ár fekk Eysturbúgvin, sum landaði til Sandoy Seafood, 25 oyru meiri fyri kilo enn Vesturbúgvin, sum landaði til Faroe Seafood í Vestmanna, leggur reiðarin aftrat.
Herfyri, tá partrolararnir Vestmenningur og Fram landaðu ávkavist í Vestmanna og í Klaksvík, fekk skipið, sum landaði í Klaksvík, eisini 25 oyru meiri fyri kilo enn skipið, sum landaði í Vestmanna.