Løgreglan hevur hav tveir fullar mans í varðhaldi í nátt.
Annar varð tikin fyri herverk, tá ið hann breyt ein rút í miðbýnum í Havn og tá ið løgreglan tók hann, var hann so ringur at fáast við, at hann varð koyrdur norður til Klaksvíkar í varðhaldi har.
Hin maðurin var eisini so fullur, at hann somuleiðis var fluttur til Klaksvíkar at sova rúsin av sær.
Teir báðir sleppa útaftur einaferð í morgun, tá ið teir eru skikkaðir til tað.
Annars hevur verið friðarligt í nátt, tó at løgreglan hevur havt nógv at gera at hjálpa fullum fólki, men tey eru øll fingin til hús.