Tveir fótbóltsflokkar í Kommunuskúlanum

Í gjár var fyrsti venjingardagur hjá »fótbóltsflokkunum« í Tórshavnar Kommunuskúla.

 

Tað var í fjør, at skúlin bjóðaði fótbóltsáhugaðum næmingum í ein serligan 8. flokk. Hetta tilboðið stendur við í ár, og nú eru tveir fótbóltsflokkar, nevnliga 8. F og 9. F - tilsamans 55 næmingar, 52 dreingir og 3 gentur.

 

Dagurin varð hátíðarhildin við móttøku fyri foreldur og næmingar. Til staðar vóru eisini umboð fyri FSF og Tórshavnar Býráð.

 

Lesið meira VIÐ AT TRÝSTA HER