Tveir fólkafloksmenn á býráðsfundi í Havn

Umboð fyri Tjóðveldi fór í farloyvi – varamaður úr Fólkaflokkinum kom inn

Soleiðis kann tað ganga, tá fólk skifta millum flokkar mitt í einum valskeiði.

Tá býráðsval var seinast í 2020, var Annika Olsen fólkaflokskvinna og borgarstjóri í Havn fyri Fólkaflokkin. Hon varð afturvald á valinum saman við Birgir Nielsen á Fólkaflokslistanum.

Men nú er Annika Olsen tjóðveldiskvinna og hevur boðað frá, at hon nú umboðar Tjóðveldi í býráðnum í Havn.

Tað ber val til at gera tað, tí ræður hon sjálv fyri. Men tá hon fer í farlovyi, so fellur mandatið aftur til Fólkaflokkinum og næsta fólk á listanum hjá Fólkaflokkinum eigur at møta.

Næsti maður á Fólkaflokslistanum er Kristian Martin Skála. Men honum barst frá at møta, tí møtti nummar fýra á listanum hjá Fólkaflokkinum. Og tí kunnu vit siga, at Fólkaflokkurin aftur var fullmannaður á býráðsfundinum í Havn.

Tvey onnur fólk tóku eisini sæti í býráðnum í dag. Jóhan Petur Johannesen møtti fyri Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum. Birita B. Iversen møtti fyri Kristionnu Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum.