Tað var ikki bara svart aftaná greiða 23-34 (12-18) tapið hjá føroyska U19 kvinnulandsliðnum fyri Spania í niðara endaspælinum í Litava.
Karin Egholm og Bjørk F. Joensen fingu miklan heiður. Tær vóru valdar á All Star liðið fyri kappingina.
Karin er vald at vera høgri vongur, og Bjørk er vald at vera høgri bakkur á All Star liðnum.