Tveir finalistar eru funnir

SÍ vann 3-2 á Drátti hóskvøldið. Við sigrinum vunnu kvinnurnar úr Sørvági seg í finaluna. SÍ er fremst í bestu kvinnudeildini aftaná fyrsta triðingin av landskappingin. Tað gevur teimum sætið í steypafinaluni.

Mansliðið hjá ÍF vann greitt 3-0 á Mjølni á Kambsdali seinnapartin. Fuglfirðingar eru fremst, tvey stig framman fyri SÍ, nú fyrsti triðingurin er avgreiddur.

Steypafinalurnar verða avgreiddar í februar.