Tveir filmar um umhvørvið frumframførdir í Klaksvík

Í samband við REClimate 2009 hava ung í aldrinum 15-19 ár møguleika at royna seg í at gera film um veðurlagsbroytingar.

Eik í Klaksvík hevur stuðlað hesi verkætlan, og varð tí móttøka í bankanum fríggjadagin klokkan 10.00 - 11.00.

Tveir filmir vórðu vístir, sum næmingar úr HT3 á Tekniska skúla í Klaksvík høvdu gjørt. Fýra næmingar vóru í hvørjum bólki.

Filmin The Painting, høvdu Lilja Thorsteinsson, Ári Samson, Henning Petersen og Vagnur Thomsen gjørt; meðan The Burden, høvdu Jákup Klein, Jóannes Martin Jacobsen, Sámal Jákup Jacobsen og Herman Mørkøre gjørt.

Her hevði Sámal Jákup Jacobsen gjørt tónleikin. Á aftasta beinki sótu Sunnleif Rasmussen og Helga H. Gerðalíð, sum undirvísa Sámal Jákup Jacobsen í klaverspæli. Tey vóru ikki sørt errin av sínum næmingi.

Kappingin samstavar við COP15 veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn 7. til 18. desember. Har verður vinnandi filmurin vístur á ráðstevnuni fyri Connie Hedegaard, Barack Obama og øllum teimum matu harrunum úr stóra útheiminum.

Innsendu uppskotin síggjast á:

www.dvoted.net

Og eisini tey tvey uppskotini, sum næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík hava gjørt.

Tú kannst eisini atkvøða um hvønn film, tú heldur vera tann besta.