Sjeynda umfar í næstbestu deildini verður seinnapartin.
Tey bæði fremstu, sum framvegis eru ósigrað, skulu spæla á útivølli. Felags fyri bæði Víking og 07 Vestur er, at tey seinnapartin skulu spæla á ovara vølli í Gundadali.
Víkingur, sum hevur vunnið fimm ferðir og einaferð spælt javnt og hevur málmunin 18-5, skal klokkan 14.30 spæla ímóti eldra felagnum í Gundadali. HB hevur vunnið ein dyst og spælt ein javnan og hevur málmunin 8-11.
07 Vestur hevur vunnið fýra ferðir og einaferð spælt javnt. Enn er ikki ásett, nær útsetti dysturin á Sandi millum B71 og 07 Vestur verður. Sambært skránni skuldi hann vera 17. apríl, men tá varð hann útsettur.
Seinnapartin klokkan 17.00 skal 07 Vestur spæla á ovara vølli ímóti árstalsfelagnum í Gundadali. B36 hevur – eins og HB – fýra stig.
Eftir 5-0 lúsing ímóti Víkingi hevur gongdin verið góð hjá NSÍ, sum hevur vunnið ímóti HB, KÍ og B68. Í dag verður NSÍ partur av kommunuuppgerð á Skála. NSÍ hevur tólv stig, og Skála hevur sjey stig. Eftir fýra javnleikir og tap í Sørvági vann Skála páskaaftan 4-0 í Gundadali ímóti B36.
Skírisaftan tapti B68 2-0 í grannauppgerðini við Løkin í Runavík. Tað bar við sær, at tað eru fýra stig frá B68 og fram til NSÍ og bronsuplássið. Í dag fara toftamenn um Skopunarfjørð at hitta B71. Sandoyingar vunnu fýra stig í tveimum teimum fyrstu umførunum. Síðani hava teir drigið svart.
KÍ legði bragdliga fyri við at vinna tíggju stig í fýra teimum fyrstu umførunum. Tvær tær síðstu ferðirnar hevur KÍ tapt – 3-1 ímóti NSÍ og 4-1 ímóti Víkingi. Í dag eiga klaksvíkingar heimavøll ímóti EB/Streymi, sum er aftast við tveimum stigum.
KÍ – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 15.00
Skála – NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 14.30
HB – Víkingur: Aron Sofus Vest kl. 14.30
B36 – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 17.00
B71 – B68: Johan Petur Michelsen kl. 16.00