Teir báðir, Símun Samuelsen úr VB og Andrias Lava Olsen úr LÍF, eru bjóðaðir til Ålborg av danska felagnum, sum fegin vil síggja teir undir venjing. Teri venja við teimum yngru leikarunum hjá AAB, men høvið verður eisini hjá teimum at venja við superligahópinum hjá AAB.
Spæla dyst á eykaliðnum
AAB hevur undan kappingarbyrjan í Danmark í vár fingið nýggjan venjara, svian Erik Hamren, og teir báðir føroyingarnir fáa høvi til at venja undir navnframa svianum. Komandi týsdag fáa Símun og Andrias eisini høvi til at royna seg í dysti, tá ið teir skulu leika við eykaliðnum hjá AAB, sum skal spæla dyst móti eykaliðnum hjá superligafelagnum FC Midtjylland. Vanligt er í Danmark, at tað er ein blanding av ungum, evnaríkum leikarum og so meiri royndum leikarum, ið kanska eru við at koma fyri seg eftir skaða, í leika á eykaliðnum hjá superligafeløgunum.