AaB hevur í gjárkvøldið spælt á útivølli ímóti Hapoel Tel Aviv, og føroyska útisetaliðið vann 3-1. Jón Rói Jacobsen var í AaB miðverjuni allar 90 minuttirnar, og tá ið tað restaðu knappliga eitt korter, varð Súni Olsen skiftur inn. AaB legði seg á odda í 27. minutti, og tað kom sera illa við, tá ið heimaliðið í yvirtíðini í 1. hálvleiki javnaði.
Beinanvegin eftir hvíldina skoraði AaB aftur. Hesa ferð var tað við brotssparki. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti AaB til 3-1, og so var tað avgjørt, at Jón Rói, Súni og liðfelagarnir skuldu vinna fulla úrtøku.
AaB fer nú í vetrarfrí eftir framúr heysthálvu. AaB er eftir 18 umfør oddalið í superliguni, og eftir fín úrslit í Intertoto Cup eydnaðist tað at røkka langt í UEFA Cup, eitt nú við samantaldum sigri á italska Sampdoria.