Tað gjørdist ikki tann besti føroyski dagurin í íslendsku pepsideildini.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH vitjaðu gamla liðið hjá Gunnari, Stjarnuna á útivølli í kvøld. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, sum hvørki liðini kundu brúka til tað stóra, tí oddaliðið, Valur vann 3-2 á ÌBV úti í Vestmannaoyggjunum.
ÍBV hevði bæði Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu við frá byrjan. René Shaki Joensen byrjaði inni fyri Grindavík, sum á heimavølli spældi javnleik 2-2 ímóti KR. René Shaki Joensen fór haltandi av vøllinum tá 32 minuttir vóru farnir, og mátti skiftast út. So er at vóna, at hann ikki hevur fingið nakran álvarsaman snudd.
Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH komu í eina dreymastøðu beint áðrenn steðgin, tá Stjarnan gjørdi sjálvmál. Í 90. minutti javnaði Stjarnan, og minuttin aftaná mundu teir økt til 2-1, men Gunnar Nielsen stórbjargaði royndini. Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar eisini aðrar góðar bjargingar í dystinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu, Jónas Tór Næs og liðfelagarnir í ÍBV fingu eina ringa byrjan ímóti oddaliðnum, Vali. Tá 49 minuttir vóru farnir var støðan 3-0 til Val. Men ÍBV vísti góðan moral, og fekk tvey mál. Tað fyrra var eitt sjálvmál, og Kaj Leo átti næstseinasta fótin á bóltinum, tá Arnór Gauti Ragnarsson skoraði til 2-3 í 90. minutti, men tað rakk ikki til meira hjá ÍBV. ÍBV hevur trý stig upp til bjargingina, og teir hava fimm dystir eftir at leika í pepsideildini í ár.
Hóskvøldið tekur FH ímóti KR í einum útsettum dysti. Sama kvøld verjir Gunnar Nielsen føroyska málið í HM-undankappingardystinum ímóti Portugal í Porto. ÍBV vitjar KR leygardagin 9. september, og Grindavík vitjar FH, sunnudagin 10. september.
Støðan:
1 | Valur | 17 | 11 | 4 | 2 | 31:14 | 37 |
2 | Stjarnan | 17 | 8 | 6 | 3 | 37:19 | 30 |
3 | FH | 15 | 6 | 7 | 2 | 24:17 | 25 |
4 | Grindavík | 17 | 7 | 4 | 6 | 23:30 | 25 |
5 | KA | 17 | 6 | 6 | 5 | 34:24 | 24 |
6 | Breiðablik | 17 | 7 | 3 | 7 | 26:25 | 24 |
7 | KR | 16 | 6 | 5 | 5 | 25:22 | 23 |
8 | Víkingur Reykjavík | 17 | 6 | 4 | 7 | 22:25 | 22 |
9 | Fjölnir | 16 | 5 | 4 | 7 | 20:25 | 19 |
10 | Víkingur Ólafsvík | 17 | 6 | 1 | 10 | 18:33 | 19 |
11 | ÍBV | 17 | 4 | 4 | 9 | 21:32 | 16 |
12 | ÍA | 17 | 2 | 4 | 11 | 22:37 | 10 |