Heri Simonsen
Tíðliga í summar skipaðu Kiosk Steinatún við Ivani í Lág á odda og Sosialurin fyri einari veddikapping. Veddikappingin fór fram, meðan EM í fótbólti bleiv leikt. Vit, sum luttóku, skuldu vedda útfallið, t.e. 1X2, av øllum teimum 31 dystunum í EM-kappingini. Veddingarseðlarnir blivu prentaðir í Sosialinum. Tá EM var liðugt, lógu eg og John Petersen javnir á odda við 19 røttum hvør. Kiosk Steinatún trekti lut millum okkum báðar, og hepni luturin fall á meg. Høvuðsvinningurin var ein fótbóltsferð í Evropa fyri tvey eftir egnum vali. MB-Tours við fótbóltsfjepparanum Magna V. Mouritsen á odda skuldi skipa fyri hesum túrinum.
Størsti dysturin
Sum garvaður Manchester United-viðhaldsmaður var nærliggjandi at velja ein túr á Old Trafford. Men eg havi verið til dyst hjá United á Old Trafford. Hetta var 5. maj 1990, tá United vann 1-0 á Charlton. Var eisini við til størsta landsdystin hjá Føroyum á útivølli ímóti Týsklandi í Hannover, 10. oktober 2002. Tá saman um kom, var tað besta valið at velja størsta dystin í Evropa, leiktur á tí størsta leikvøllinum í Evropa. F.C. Barcelona ímóti Real Madrid á Camp Nou í Barcelona. Valdi at taka ein javnstóran fótbóltsfjeppara við mær, vinmannin, gamla grannan og globetrottaran, Jóhan Petur Johannesen. Jóhan Petur hevur ferðast so víða sum til OL í Atlanta, Georgia í 1996, og seinni heilt eystur til Vietnams. Og tá báðir halda við Barcelona í sponsku kappingini, gleddu vit okkum sum smábørn jólaaftan til at síggja "Los Superclassico" við Ronaldinho, Henke Larsson, Xavi, Eto´o, Puyol og Deco í orrustu ímóti Roberto Carlos, Raul, Ronaldo, Figo, Zidane, Beckham og Michael Owen. MB-tours hevur eitt stórt og gott kontaktnet, og Magni Mouritsen fekk telvað okkum í eina so góða støðu, at alt koyrdi sum smurt undir túrinum.
"Barca" var allastaðni
Barcelona er ein býur við nógvum vøkrum ferðamálum, so sum katedralin Sagrada Familia. Men tað sanna templið fyri Barcelonistas og katalanar er Camp Nou-leikvøllurin. Hvar vit so komu, sóu vit sølubúðir og handlar, sum seldu F.C. Barcelona-lutir so sum turriklæði, troyggjir o.a. Sjálvt á flogvøllinum, og í turistsølubúðunum runt býin kundi man eisini keypa alt, sum hevði við F.C. Barcelona at gera. Tað var bert ta einu ferðina, at vit komu fram á eina sølubúð, sum seldi Espanyol-troyggjur, sum er hitt Primera Division-liðið í Barcelona. Men sjálvt tann sølubúðin hevði eisini Barcelona-troyggjur. "Barca", sum katalanar nevna sítt yndislið var allastaðni.
Real er ræðuliga ímyndin
Real Madrid-viðhaldsfólk tví-halda, at Barca-viðhaldsfólk hava ítróttarligar undirlutakenslur ímóti Real Madrid. Hetta tí Real hevur verið evropameistari 8 ferðir, meðan Barca hevur bara vunnið Champions League á einum sinni. Ikki fyrr enn í 1992 bleiv hesin tungi steinurin lættur av hjørtunum hjá Barca-viðhaldsfólkunum, tá Barcelona við Ronald Koeman og Michael Laudrup á liðnum vunnu 1-0 á Sampdoria í finaluni á Wembley í maj 1992. Real Madrid vann fyrstu Champions Cup-finaluna ímóti Stade de Reims longu í 1956. Men tað er í minsta mun tey ítróttarligu úrslitini, sum gera, at Barca-viðhaldsfólk hata Real Madrid av øllum hjarta. Størstu orsøkirnar til stóra hatrið eru at finna í syrgiligu søguni hjá spanska og katalanska fólkinum. Frá 1939 og til sín deyða í 1975 ráddi einaræðisharrin, Francisco Franco (1892-1975) fyri borgum í Spania. Ein av mongu sinnisjúku kardinalpunktunum hjá Franco var at bannað baskiska og katalanska málinum. Tann, sum talaði, skrivaði ella prentaði nakað á baskiskum og katalanskum, bleiv sendur í fangatippi fyri »landasvik«! Franco var ein íðin Real Madrid-viðhaldsmaður, og soleiðis bleiv Real Madrid ímyndin av tí, sum Franco stóð fyri. Tað var bara á Camp Nou, at Barca-viðhaldsfólk frítt kundu »avreagera« við at syngja á katalanskum! Soleiðis fekk dysturin millum Barca og Real eisini tjóðskaparligar og politiskar proportiónir. Í dag livir katalanska málið væl. Seks milliónir tosa katalanskt, og fitt av bókum verða prentaðar á katalanskum. Málið er kortini ættað við spanskt.
Stóra løtan
Frá tí vit lendu í Barcelona leygarmorgunin kl. 11.30 og fram til dystarbyrjan, gingu vit báðir kykir og spentir. Valdu at fara út á Camp Nou hálvantriðja tíma áðrenn kick-off. Komnir fram valdu vit at ganga fram við tí stóra leikvøllinum fyri at lofta stemninginum har. Kl. 20 valdu vit at fara innar at finna plássið hjá okkum. Komnir innar blivu vit eins og øll onnur væl og virðiliga kropskannaðir. Fyrraárið bleiv eitt grísahøvd blakað eftir Figo, og tað skuldi helst ikki endurtaka seg. Sektiónirnar og undirsektiónirnar vóru væl uppmerktar, og klokkan 20.15 upprann stóra løtan, tá vit trinu inn á Camp Nou. So var at finna stólin og skoða fantastiska bygningsverkið. Gott veður var, eini 14 hitastig. Sjálvur vøllurin og niðastu sektiónirnar eru sprongdar niður í jørðina. Bert 3 tær ovastu av teimum 5 sektiónunum síggjast frá vegnum, tá man koyrir framvið Camp Nou. Sektiónirnar eru bygdar uppfrá sjálvum vøllinum, tó ikki steyrrætt. Men fyri at stóra ovala konstruksjónin skal halda, er tað bert ein lítil partur av vøllinum, sum hevur tak. Tak er sjálvandi har yvirklassin og VIP?arnir sita. Tað besta við Camp Nou er, at tað er eitt fótbóltstadion burtur av. Hóast vit sótu ovast í fimtu seksjón, sóu vit kortini væl. Myndirnar tiknar við einum idiotkamera vísa ikki heilt sjónbæru upplivingini vit høvdu hetta fantastiska leygarkvøldið. Espanyol leikar sínar heimadystir á annars vakra olympiska leikvøllinum frá 1992, men har er ein stórur rennibani, ið tekur nógv av stemninginum, um ein hyggur eftir fótbólti væl at merkja.
Kókið vaks
Tá vit sessaðust aftanfyri norðari málið, vóru tað kanska 1.000-2.000 áskoðarar, sum høvdu tikið sæti. Men so líðandi vaks áskoðaratalið, og hesi sjey korterini var tað sum um grýtan fór frá punkt eitt og heilt upp í kók. Og við dystarbyrjan, og aftaná kókaði heilt yvir. Bæði við norðara og sunnara endan vóru stórskíggjar. Har blivu spæld alskyns Barca-sjónbandaløg við ymiskum katalanskum monnum og kvinnum, sum hálovaðu Barca. Men knappliga bleiv alt hetta nærum niðurdoyvt! Real-leikarnir komu inn at hita upp til dystin, og tað bleiv brølað og bríkslað av øllum kreftum. Ringast gekk tað útyvir Figo, sum var yndisbarnið hjá Barca-viðhaldsfólkunum, men sum gjørdist tann stóri Judas tá hann fór yvir til tann stóra fíggindan. Undir øllum dystinum slapp Figo at kenna kalda verbala gjóstin frá nærum 100.000 garvillum katalanarum. Sum kick-off nærkaðist vaks tað sálarliga trýstið á Real Madrid. Nú blivu mál víst á stórskíggjan. Alt mál, sum Barcelona síðstu 10-15 árini hevur skorað ímóti Real Madrid. Við hvørt setur bleiv lagdur ein gekkuskortur av einum Barca-leikara og ein stórur litpappírsbjálki. Tá liðini komu inn, reistu vit øll okkum upp, og rættu hvør sín stóran pappírsbjálka fram. Hetta gjørdist til eitt ótrúligt litspæl frá teimum 100.000 túsind áskoðarunum, har tey (vit!) framaldu litirnar hjá Barca, Katalania og Barcelona býi. Hesa løtuna bleiv man so rørdur, at man fekk ein klump í hálsin. Ballónir í Barca-litum blivu sendir út í himmalhválvið, og beint áðrenn dystarbyrjan sang ein katalanskur smørtenorur fyri. Eitt slag av tjóðsangi, men bara fyri heimaliðnum. Klárt var at seta dystin í gongd.
Dysturin
F.C. Barcelona spældi hetta kvøldið sín besta dyst ímóti Real Madrid síðan 1993, tá »The Dream Team« hjá Cruyff vunnu 5-0 á Real Madrid á Camp Nou. Barcelona hevur eitt fantastiska gott tekniskt lið við nógvum bæði offensivum og defensivum dygdum. Meðan fleiri av Real-leikarunum tykjast at verða gamlir, troyttir menn, ið hava verið framúr góðir, men eru tað bara ikki longur. Barca sat á tí mesta undir dystinum. Real hevði onkrar naskar royndir, og stundum gott pasningsspæl, men teir vóru ein klassa - kanska tveir - undir Barca hetta seina leygarkvøldið. Roberto Carlos drálaði, og snarljósið Samuel Eto´o kom í millum og setti bóltin hegnis-liga í málið til 1-0 eftir 30. min. Beint áðrenn hálvleik vísir Barca flottan tekniskan leik í høgum tempo. Bólturin ferðast millum fleiri støðir, áðrenn Giovanni van Bronckhorst bankaði hann í kassan til 2-0 í 44. min. Í 75 min. negldi - tann í skrivandi stund - besti fótbóltsleikarin í heiminum, Ronaldinho síðsta seymin í kistuna. Eitt væl plasserað brotspark bleiv sett í norðara málið - okkara megin - og so var 3-0 og liðugt. Puyol var framúrskarandi í verjuni. Plaseraði seg klókt, ruddaði væl upp, taklaði væl, og var eisini við í nógvum uppbyggjandi spælið. Deco hevði eisini ein góðan dag. Á skuggasíðuni er sjálvandi skaðin hjá Henke Larsson.Vónandi kemur hann aftur á leikvøllin í 2005.
Keðilig apuljóð
Har sum vit sótu vóru bæði danir, norðmenn og svenskarar. Men vit báðir komu at sita við síðuna av hvør sínum lokalum fanatikara. Sjálvt um Barca hevði tveir teir myrkastu leikar-nir á vøllinum, Ronaldinho og Eto´o, so var tað ein rættuliga stórur partur av áskoðarunum, sum róptu apuljóð eftir Roberto Carlos og Ronaldo. Eitt skammi-ligt minus í eini annars fantastiskari uppliving. Men viðhaldsfólkini fingu tað tey komu eftir. Sum dysturin leið, gjørdust tey (vit?) bæði tólvti, trettandi og fjúrtandi maður hjá Barca, og so líðandi eydnaðist tað at psyka Real-leikarnar niður. Flotta litspælið bleiv endurtikið aftaná hvørt av teimum trimum málunum hjá Barca. Tey fáu tandrini, ið vóru komin at stuðla Real Madrid, blivu beind niðan í eitt skýmaskot aftanfyri sunnara málið. Vit hoyrdu ikki eitt komma frá teimum undir øllum dystinum.
Rómur og fagnaður
Tá dysturin var liðugur var ein ræðuligur fagnaður. Og tvær ferðir sungu øll Barca-sangin. Vit sungu við í Niðurlagnum, sum ljóðar soleiðis: »Barca, Barca, Barca, Barca!«. Sungið bleiv, tá farið var út av Camp Nou, og komin út um gyrðingina fóru fólk tysjandi oman ímóti Plaza de Rambla. Bilarnir og skutarnir kappaðist um at ýla. Vit valdu at ganga inn til miðbýnum. Vit møttu nógvum glaðum fólkum. Katalanskt dugi eg ikki, men »Viva Barca« og »Dres-Zero« (t.e. "3-0") slapp man at rópa nakrar ferðir. Tá vit vóru komnir oman til Plaza de Rambla, vóru fleir løgreglulið til reiðar, um fagnaðurin skuldi taka yvirhond. Tað kendist løgið at verða til dyst millum klokkan 22 og 24 um kvøldið. Og at koma heim frá dysti, tá klokkan var nærum 2 um náttina. Yvirveldaðir og ovurfegnir um stóru fótbóltsupplivingina gjørdist náttarsvøvnurin søtur. Hetta gerst ikki betur!