Í hesum døgum er 16 ára gamli Rókur Jespersen úr HB til royndarvenjing í danska felagnum Brøndby. Hann hevur vant við unglingaliðnum í eina góða viku, og hann skal í næstum spæla dyst við besta unglingaliðnum hjá Brøndby.
Vitjanin hjá Róki er liður í eini avtalu, ið leikaraumboðsmaðurin Jákup í Stórustovu hevur fingið í lag við danska felagið. Talan er sostatt ikki bara um tann eina leikaran, ið fær møguleikan í royna seg í Brøndby.
Í komandi viku leggur Rasmus Nolsøe, ið dagliga spælir við TB, eisini leiðina til Keypmannahavnar at spæla fótbólt, har hann verður í nakrar vikur. Rasmus Nolsøe er somuleiðis 16 ára gamal.
Jákup í Stórustovu sigur, at talan helst verður um enn fleiri leikarar, ið fara til royndarvenjingar í Brøndby.
? Avtalan ber í sær, at Brøndby fær høvi at hyggja nærri at fleiri evnaríkum føroyskum leikarum, samstundis sum teir føroysku spælararnir fáa roynt síni evni á hægri støði enn til dagligt, og hetta er eitt gott høvi hjá teimum, sigur Jákup í Stórustovu.
Hann hevur í hesum umfari roynt at fingið spælarunum longri uppihald í útlendskum feløgum. Áður hava leikarar oftast vant í eina viku, men hetta hevur kanska verið heldur stutt.
Rókur verður væntandi í Brøndby í tríggjar til seks vikur. Soleiðis fær hann roynt seg í eitt longri tíðarskeið og kann harvið betra um sínar møguleikar at fáa ein sáttmála. Óvist er tó, hvussu leingi steðgurin hjá Róki verður í Brøndby. Hetta veldst um, hvussu væl tað gongur.
Rókur hevur eisini tilboð um at fara aftur til Nottingham Forest, har hann áður hevur royndarvant. Harumframt hevur Blackpool í Englandi eisini sýnt áhuga. Ungi havnarmaðurin hevur verið á fótbóltsskúla í Jyllandi, men hann valdi at gevast undan jólum og koma aftur til Føroyar.
Jákup í Stórustovu sigur, at føroyskir leikarar standa einki aftanfyri útlendskar, tá talan er um tekniskan førleika og skil fyri spælinum. Hinvegin eru teir nakað aftanfyri, tá skjótleika og konditión umræður.
Eli Thorsteinsson í AGF
Umframt avtaluna við Brøndby hevur Jákup í Stórustovu eisini fingið avtalu í lag við danska felagið AGF úr Århus. Avtalan er, at ungi havnarmaðurin Eli Thorsteinsson, sum hevur spælt við HB, skal venja við unglingaliðnum hjá AGF fram til summarsteðgin.
Eli hevur eins og Rókur Jespersen gingið á Hesselgods Fodboldskole í Jyllandi. Hann er tó enn á skúlanum, og hann hevur harumframt fingið møguleikan at venja við AGF um kvøldarnar eftir lokna skúlagongd.
Hetta gevur Eli Thorsteinsson møguleika at menna síni fótbóltsevni enn meira.
Allir leikararnir, sum nú venja við donskum feløgum, hava verið á føroysku ungdómslandsliðunum. At leikararnir eru sendir til Danmarkar at venja við útlendskum feløgum er framt í tøttum samstarvi við tey føroysku feløgini, har leikararnir hoyra heima.