Tveir fólkatingslimir hjá danska Vinstraflokkinum, sum hevur 43 fólkatingslimir, heita nú alment á Lars Løkke Rasmussen og Kristian Jensen um at leggja frá sær sum ávikavist formaður og næstformaður í flokkinum.
Teir báðir stuðla harvið Region Midtjyllan, sum í dag alment hevur heitt á Løkke og Jensen um at leggja frá sær.
– Eg stuðli hesi áheitan, sum er komin. Okkum tørvar eina nýggja byrjan. Formansskapurin hevur rent seg fastan, og okkum tørvar eina nýggja leiðslu, sigur Carsten Kissmeyer, sum sjálvur er ú Miðjýllandi.
Preben Bang Henriksen, sum er valdur í Norðurjýllandi, heldur eisini, at flokkurin nú má fáa eina nýggja leiðslu.
– Eg vóni, at fleiri valevni vera at velja í, tá leiðslan skal veljast á landsfundinum. Tí við óbroyttari leiðslu mugu vit tíverri eisini rokna við óbroyttum trupulleikum, sigur hann við Nordjyske.
Tað eru 850 umboðsfólk á landsfundi hjá Vinstra, sum gera av, hvør er formaður og næstformaður í flokkinum.
Landsfundurin skal eftir ætlan vera 16. - 17. november. Fleiri vinstra-limir – teirra millum eisini Lars Løkke Rasmussen – halda at fundurin skal framskundast. Ynski er, at fundurin verður áðrenn Fólkatingssetan byrjar fyrsta týsdag í oktober.
Framsøgumaðurin í umhvørvismálum, Jacob Jensen, heitir ikki beinleiðis á leiðsluna um at leggja frá sær. Men hann heldur, at Lars Løkke Rasmussen og Kristian jensen skulu lurta eftir kritisku røddunum.
– Formaðurin hjá okkum og næstformaðurin skulu lurta og læra av tí, sum baklandið í Vinstra sigur á fundum kring landið í hesum døgum, skrivar hann í eini viðmerking til Berlingske.
Tríggjar av hinum Vinstra-regiónunum hava eisini hildið fund um støðuna í flokkinum seinastu dagarnar. Her hevur eisini verið ónøgd, men ikki almennar áheitanir um at formanskapurin skal leggja frá sær.
Seinasta regiónin – Vinstra í Región Sjælland – hittist í morgin.
Umframt einstakar fólkatingslimir hava fleiri Vinstra-borgarstjórar sagt, at teir vilja hava nýggja leiðslu í flokkin.
Teir eru eitt nú borgarstjórin í Ikas, Ib Lauritsen, um tók við starvinum eftir Carsten Kissmeyer.
Somu boð eru komin frá Hans Ejner Bertelsen, sum er borgarstjóri í Morsø
Lars Løkke Rasmussen hevur víst frá sær áheitanina um at leggja frá sær, meðan Kristian Jensen bíðar til landsnevndarfundin í Vinstra, sum verður leygardagin.
Fyri ta tíð verður tingbólkafundur í flokkinum í morgin klokkan 12, har støðan eftir øllum at døma verður viðgjørt.
/ritzau/