Tveir ella tríggir prestar afturat innsetast í ár

Jógvan Fríðriksson, biskupur sigur, at tvær innsetingar eru á skránni í ár og ein triðja verður møguliga sett á skrá.

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur sigur, at tvær innsetingar eru á skránni í ár og ein triðja verður møguliga sett á skrá.

 

Tað er longu greitt, at Nes prestagjald fer at fáa nýggjan prest hin 30. novembur. Martin Restorff Jacobsen hevur verið prestur á Nesi í 40 ár, men fer nú frá vegna aldur. Starvslýsingar eru í løtuni eftir nýggjum presti, og gongst sum ætlað, so verður nýggjur sóknarprestur innsettur 30. novembur, júst sama dag, sum gamli sóknarpresturin fer frá.

 

Á Sandi verður nýggjur prestur innsettur 7. desembur. Jákup Reinert Hansen er farin í nýtt starv á Fróðskaparsetrinum, og Fólkakirkjan hevur tí søkt eftir nýggjum presti. Tvær umsóknir komu til starvið sum sóknarprestur á Sandi, og Jógvan Fríðriksson sigur, at innsetanin verður 7. desembur. Inntil tað tíð røkir Henning Bøgesvang starvið.

 

Triðja kirkjan í væntandi fær nýggjan prest í ár er Kvívíkar kirkja. Theodor Eli Dam Olsen var í gjár innsettur sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, og Marjun Bæk skal frá 15. septembur og tveir mánaðir vera avloysari í Norðstreymoyrar prestagjaldi. Jógvan Fríðriksson væntar, at  sóknarprestaembætið í Norðstreymoyar prestagjaldi verður lýst leyst í ár.