Tveir danskir sjómenn druknaðir í Grønlandi

Tveir danskir sjómenn druknaðu í gjárkvøldið, tá bátur teirra holvdist sunnan fyri Qaqortoq Vanlukkan hendi úti fyri bygdini Sardioq, sum er beint sunnan fyri Qaqortoq har suðuri í Grønlandi.

Teir báðir menninir, sum vóru 18 og 47 ára gamlir, vóru farnir í eina jollu, men av einari ella aðrari orsøk holvdist báturin.

Menninir sigldu við tangaskipinum Orasila, sum er úr Svendborg. Skipið var á veg til Qaqortoq við olju, tá vanlukkan hendi, sigur DR.