Í Skálavík var ein øgiligur uppgangur sunnumorgunin, har brimið stóð í grasið. Men, slíkt er ikki óvanligt í Skálavík, sum liggur út til opið hav.
Hjá teimum, sum ikki kenna umstøðurnar, sá tað rættiliga ógvusligt út, tá landnyrðingsbrimið skolaði inn yvir havnalagið og niðan eftir vegnum undir Kafé Mølini.
Martin Kúrberg, sum býr í Skálavík, hevur í kvøld lagt hesar báðar myndirnar út á sín Facebook-vanga.
Her vísir hann á, at tað eru tveir dagar millum hesar báðar myndirnar, har hin fyrra er tikin sunnudagin - og hin seinna er tikin í kvøld.
Hetta eru brimplássini, og hetta eru avbjóðingarnar. Áður eru stórir skaðar hendir av brimi í Skálavík, men hesaferð reið bygdin brim og ódnarveður av sær.
Skjótt verður portur sett fyri bátahylin, og tað er Mest, sum hevur gjørt portrið úr sterkum tilfari. Tá fer aldan ikki longur at sleppa inn í hylin.
Hetta eru Føroyar, og hetta er ivaleyst ein partur av tí, at her er so gott og spennandi at búleikast, og her er Skálavík einki undantak.
Síggið brim-myndirnar her - https://www.in.fo/news-detail/ogvusligar-myndir-stormur-og-brim-i-skalavik