Seinnapartin í dag rendu tveir døglingar seg upp á land við Skarvatanga í Froðba. Hetta er sera sjáldsamt, og tí vórðu tvørafólk eisini bilsin, tá tey hoyrdu um døglingarnar. Døglingar plaga annars næstan bara at gera landgongd í Hvalba og í Sandvík.
Teir báðir døglingarnir vórðu skornir upp á kaiini í Drelnesi. Vit hava fingið tvær myndir senandi frá Signar Strøm, sum var á staðnum.
##med2##