Tveir brotsmenn afturat á veg til Haag

Tveir menn, sum krígsbrotsmannadómstólurin hevur skuldsett fyri krígsbrotsverk í gamla Jugoslavia, komu í gjár til Haag

Fyrrverandi jugoslaviski varaforsætisráðharrin, Nikola Sainovic, kom í gjár við flogfari úr Beograd til Haag, har hann alt fyri eitt gav seg yvir til krígsbrotsmannadómstólin. Í flogfarinum var eisini Momcilo Gruban, sum var leiðari í einari fangalegu í Bosnia undir krígnum har.
Sainovic hevur alla tíðina verið roknaður sum ein av næstu medarbeiðarunum hjá Slobodan Milosevic. Hann hevði ábyrgdina av at samskipa átøkini hjá jugoslaviska herinum og løgregluni ímóti teimum albansku uppreistrar-monnunum í Kosovo. Dómstólurin í Haag hevur skuldsett hann fyri krígsbrotsverk.
Gruban var leiðari í einari legu, har tann jugoslaviski herurin savnaði túsundtals bosniskar muslimar. Hann er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á fleiri av fangunum og er skuldsettur fyri krígsbrotsverk.
Áðrenn hann fór úr Beograd gjáramorgunin, segði Nikola Sainovic, at hann hevði gjørt av at fara til Haag, so hann kundi siga dómstólinum sannleikan um støðuna í heimlandinum.
Í síðstu viku kom fyrrverandi jugoslaviski herovastin, Dragoljub Ojdanic, til Haag. Ein annar skuldsettur, fyrrverandi innanríkisráðharrin Vlajko Stojiljkovic, skjeyt seg uttan fyri tjóðartingshúsini í Beograd tann 11. apríl.