Um vikuskiftið hava verið smærri herverk í býnum. Tvey av teimum umfata brotnar rútar. Ein rútur var fríggjakvøldið brotin hjá Sirri á Áarvegnum í Havn, og leygarnáttina var ein annar rútur brotin í Sethúsasøluni.
Politiið hevur um vikskiftið verið tvær ferðir úti til húsaófrið. Harafturat hava tveir persónar sovið rúsin av sær í brummuni, og leygarmorgunin var ein, sum hevði fingið ein frammaná í býnum.
Annars sigur politiið í Havn, at tað hevur verið ógvuliga friðarligt um vikuskiftið.