Tveir borgarstjórar stilla upp í Klaksvík

Tá borgarar í Klaksvíkar kommunu skulu velja nýtt býráð 8. november, kunnu teir millum annað velja ímillum tveir borgarstjórar. Og teir eru borgarstjórar í somu kommunu og á sama lista

 

Talan er um Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu og Magna Garðalíð, borgarstjóra í Húsa kommunu. Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna leggja saman í eina kommunu á nýggjárinum – men til ta tíð eru teir báðir borgarstjórar í hvør sínari kommunu.

 

– Listin er ikki liðugur enn, men tað er rætt, at eg verði millum valevnini á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu.