Í gjár vórðu tveir bilførarir tiknir fyri at koyra við kenning, ein í Havn og ein í Suðuroy.
Tann fyrri varð tikin í gjáramorgunin, eftir at hann hevði rent í veggin í Hovstunlinum. Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð sovnaður við rattið, men hann fekk eina harða útpurring aftur, tá ið hann rendi í veggin. Bilurin fekk stóran skaða, men bilførarin slapp snikkaleysur frá óhappinum, sigur løgreglan.
Tá ið løgreglan kom á staðið, var bilførarin biðin um at blása í alkometrið og tá ið tað vísti meiri enn gott er, varð bilførarin førdur til lækna at taka blóðroynd.
Ein annar bilførari varð tikin í Havn. Løgreglan kannaði bilar seinnapartin og tá ið tann eini bilurin varð steðgaður, fekk løgreglan illgruna um, at bilførarin hevði drukkið. Eisini í hesum føri vísti alkometrið ov nógv og tískil varð blóðroynd eisini tikin av honum.