Tá løgreglan máldi ferð í Søldarfirði í gjár vórðu tveir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt, og teir koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið. Tað fært tú, um tú koyrir 20 km um tíman meira enn loyvt er. Hesir koyrdu ávikavist 75 og 76 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið og eina bót.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Hann sigur, at nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið, men at tað spældi væl av, hóat tvey fólk hava fingið bót fyri brot á skihaldsreglarnar. Tað var gjáranáttina.