Í gjárkvøldið tók løgreglan tveir bilførarar, sum báðir eru í vanda fyri at missa koyrikortið.
Í tí eina førinum var tað í sambandi við at løgreglan gjørdi ferðmátingar í Eysturoy og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra ímillum 111 til og 130 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80 og tað merkir, at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
Ein annar bilførari fær klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.
Meiri álvarsligt var tað í Havn, har ein bilur rendi á ein eina súkklu. Ein bilur skuldi snara til vinstru, tvørtur um vegin, men hann snaraði út fyri ein mann, sum koma ímóti honum á súkklu.
Bilur og súkkla stoyttu saman, men maðurin á súkklu fekk ikki nevnivert av skaða, sigur løgreglan. Hinvegin var nakað av materiellum skaða.
Løgreglan sigur, at tá ið talan er um at bróta víkiskylduna, og óhapp stendst av sum í hesum føri, er væntandi, at bilførarin missur koyrikortið.










