Tveir bilførarar tiknir við ongum koyrikorti

Tað hevur verið ógvuliga deydligt í nátt

Tað hevur verið ógvulia deydligt í býarlívinum kring landið í nátt.

Løgreglan sigur, at tey hava koyrt nógv runt, men tey hava ikki veirð varug við nakað sum helst.

Men løgreglan brúkti eisini høvi til at kanna ferðsluna, og í tí sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Hjá tí eina bilføraranum var koyrikortið longu inndrigið, ímeðan hann bíðaði eftir endaligum dómi fyri at hava koyrt ávirkaður, men so legst hetta afturat.

Í gjár fór ávaringin á Tjóðsavninum í Hoyvik frá, men tað vísti seg at vera reingerðingsfólk, sum høvdu fingið hana at siga frá.

Og eitt skifti í gjár var nakað av vindi, og í Gásadali varð ein pláta tikin av vindi og fór ígjøgnum forrútin á einum bili.