Í gjár blivu tveir bilførarar tiknir, sum báðir verða skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Fyrsti bilførarin varð tikin í gjár klokkan 10 í Suðurstreymi, og hin varð tikin millum klokkan 14 og 15 í Vágunum.
Blóðroyndir er tiknar av báðum, og nú verður bíðað eftir svari úr Danmark.
Tíðliga í gjár var politiið við lasaranum í Kaldbaksbotni. Ein varð tikin fyri at koyra 109 km/t, ein annar fyri 127 km/t.
Politiið hevur eisini verið í Sandoynni og gjørt ferðsluátøk. Fyrst vórðu 33 bilar kannaðir, og har vóru fyrst tríggjar átalur. Seinni kannaði politiið 17 bilar, og har var ein átala. Seinni aftur vórðu sjey bilar kannaðir, sum bleiv til eina politirapport.











