Síðani skúlarnir byrjaðu í farnu viku, hevur løgreglan gjørt eitt sindur burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar.
Løgreglan hevur tá serliga havt eyguni eftir hvørt børn sita íbundin í trygdarbelti, tá ið tey verða koyrd í skúla – ein sonevnd skúlapatrulja.
Í morgun hevur skúlapatruljan skrivað tveir bilførarar niður fyri ikki at røkja ferðslulógina, tá ið børn undir 15 ár sótu í bilunum uttan at vera íbundin trygdarbelti. Teir fáa báðir klipp í koyrikortið.
Tað er á hvørjum ári, um skúlabyrjan, at løgreglan ger kanningar við skúlarnar, og hetta arbeiði heldur fram í nakrar vikur afturat, sigur vakthavandi.