Í gjárkvøldið hendu tvey ferðsluóhapp, tí at bilførarar ikki ansaðu eftir og tískil ikki fingu steðgað í nóg góðari tíð.
Eitt óhapp var í Eysturoy, har ein bilur skuldi snara av vegnum, men bilførarin, sum kom aftanfyri, ansaði ikki eftir og rendi upp í reyvina á bilinum, sum skuldi snara.
Sama slag óhapp hendi í Havn í gjárkvøldið, har eisini ein bilur skuldi snara av vegnum, men bilførarin, sum kom aftanfyri, gáaði ikki eftir tí, og rendi upp í reyvina á bilinum, sum skuldi snara.
Annar bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Løgreglan sigur, at tað er revsivert, tá ið bilførarar ikki halda neyðugu frástøðuna, so teir frætta aftur frá løgregluni.