Tveir bilar stoyttu saman

Umleið klokkan 06:45 var boðað frá, at eitt ferðsluóðhapp var á landsvegnum millum tunlarnar Norð um Fjall á Borðoynni

(Myndin er tilgjørd).

Tað skrivar løgreglan. 

Í hesum sambandi vóru tunlarnir stongdir.

Sjúkrabilar, søkkilið og løgregla komu á staðið.

 

Klokkan 7:15 var koyrandi aftur .

 

Løgreglan boðar eisini frá, at sjúkrabilar eru á veg til Havnar og heitir á bilførarar um at geva hesum ans í nógvu ferðsluni í morgun. 

 

 

 

(Myndin er tilgjørd).