Vaktleiðarin sigur, at fyrst koyrdi ein bilur á ærina og lambið, og síðani kom ein mótkoyrandi bilur, sum eisini koyrdi á bæði ær og lamb, sum doyðu. Bilarnir fingu nakað av skaða.
Annars hevur løgreglan aftur í nátt verið runt og klipt nummarplátur av bilum, sum annaðhvørt ikki hava rindað vegskatt ella trygging. Í Havn vóru soleiðis 13 sett av nummarplátum tikin.











