Tveir bilar horvnir

Løgreglan í Havn leitar eftir tveimum bilum, sum um vikuskiftið eru stolnir - og horvnir

Leygarnáttina fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein Toyota-bilur varð horvin á kajøkinum, aftanfyri Smyril Line.

Talan er um ein silvurlittan Toyota Corolla frá 1993, við nummarspjaldrinum BK 444.

Seinni bilurin er ein grønur Audi A4 við nummarspjaldrinum DM 334 var stolin úr Trapputúni í Havn. Fráboðan um henda bilin kom til løgregluna seint seinnapartin í gjár.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at teir leita framvegis eftir báðum bilunum á landi.

- Men vit hava ikki borið eyga við teir enn, upplýsir vakthavandi á Politistøðini í Havn.