Tveir bilar fingu skaða í sjáldsamum óhappi

Tveir bilar fingu skaða, tá ið ein førari á prutli steðgði mitt á vegnum fyri at umvæla útstoytið

Í gjárkvøldið fingu tveir bilar skaða í einum heldur sermerktum óhappi í Norðoyatunlinum. Eitt prutl, við ongum nummarplatum, var á veg til Klaksvíkar, tá ið útstoytið knappliga loysnaði. 

 

Men ístaðin fyri at koyra til viks, steðgar prutlførarin mitt á vegnum og fer undir at umvæla útstoytið. Ein bilførari, sum eisini er á veg norðureftir, varnast prutlið í síðstu løtu og høggur bremsurnar í og tað eydnast honum at snara undan.

 

Men bilførarin í einum øðrum bili, sum eisini kom norður eftir, ansar ikki eftir, at vandi er á ferð og renur á hin bilin. Tann bilurin fekk stóran skaða framman, og bilurin, sum varð árendur, fekk skaða á annað hornið aftan, sigur løgreglan.

 

Prutlið fekk ongan skaða og tað góða var kortini, at ongin fólkaskaði var. Løgreglan sigur, at nú verður kannað, hvat vendir upp og niður í hesum førunum, so tað gongur sína gongd.