Fyri góðum tíma síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Skálabotni, beint við Effo-støðina. Talan var um ein samanstoyt millum tveir bilar, og hetta ávirkaði ferðsluna á økinum í eina góða løtu. Køirnar vóru langar, og ferðslan slapp ongan veg.
Sjúkrabilar, politi og brandbilar hava verið á staðnum, og fólk eru farin við sjúkrabilinum til Havnar til kanningar á Landssjúkrahúsinum.