Tað var hált í gjár og tað máttu tveir bilførarar sanna fyrrapart, tá ið teir komu í trupulleikar orsaka av hálkuni.
Løgreglan sigur, at ein bilførari ringdi av Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð, har hann var farin av vegnum orsaka av hálku, men slapp ikki uppaftur av sínum eintingum. Tað sama hendi fyri ein bilførara á vegnum til Gjáar. Í báðum førum var eingin skaði.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at í slíkum støðum hava bilførararnir tørv á hjálp at sleppa víðari, og tá ger løgreglan lítið meira enn at ringja eftir brandstøðini á staðnum ella øðrum, sum hava nøktandi útgerð til slíka uppgávu.










