Tveir barnagarðar reistir

Fríggjadagin vórðu tveir barnagarðar reistir í Tórshavnar kommunu.

Talan er um barnagarðar í Løgmannabreyt í Hoyvík og á Hamrinum á Argjum.
Heðin Mortensen, virkandi borgarstjóri í Havn, sigur, at nýggju barnagarðarnir vilja geva pláss til 120 børn afturat.
Eftir ætlan verða barnagarðarnir tiknir í nýtslu í apríl komandi ár.
Samlaði kostnaðurin fyri barnagarðarnar er 21 milliónir kr. Tórshavnar býráð miðjar ímóti at gera ein enda á bíðilistanum, tá hetta valskeiðið er liðugt. Ætlanir eru um byggjan av fleiri ørðum barnagørðum í næstum.