TVAZZ út um landoddarnar við "Teimum óndu"

Føroyski leikbólkurin TVAZZ verður við á CPH:STAGE og Nordic Performing Art Days.

TVAZZ framførdi í 2012 leikin ”Tey óndu” á Tjóðpalli Føroya. Leikurin eftir Niklas Rådstrøm setir sjóneyguna á óndskap. Kanska ringast hugsandi óndskab, nevnliga tann, sum hendir millum ósek børn.

 

Við útgangsstøði í sokallaðu James Bulger-sakini frá Liverpool (1993) viðger leikurin óndskab. Leikurin varð nógv vitjaður, tá framført varð og nógv varð kjakast - eisini eftir framførslurnar, har nógv fakfólk tosaðu um viðurskifti hjá børnum í Føroyum.

 

Nú verður leikurin tikin upp aftur. Hesuferð í Keypmannahavn, har TVAZZ eru boðin við á stóra sjónleikafestivalin CPH:STAGE, sum er í døgunum 11. – 22. juni. Tær tríggjar framførslurnar hjá TVAZZ verða í intima leikhúsinum hjá FÅR302 mitt í Nyhavnini.

 

Við í leikinum eru: Petra Berg Holbek (DK), leikstjóri, Egil Barclay Høgenni Hansen, rúm og ljós - og leikarar: Tine Gotthelf (DK), Kjartan Hansen og Gunnvá Zachariasen.